Einaferð í summar hevði eg ta fragd at ganga út á fýrin á Trøllanesi saman við Sólrun Michelsen og dóttur hennara Elin. Tá visti hon ikki av, at eg í eina tíð hevði arbeitt uppá eitt lag til eina av hennara vøkru yrkingum. Eg loyvdi mær at murra eitt sindur av laginum og spurdi hana, um tað var í lagi, at eg brúkti hennara tekst. Glaður var eg, tá hon segði seg gleða seg til at hoyra lagið.
Sutt eftir var lagið liðugt og eg kendi á mær, at tað mátti gevast út. Tí sendi eg eina ráupptøku til Hans Poulsen og spurdi hann hvat hann helt um lagið. Eg fekk ein góðan tummil upp og fáar dagar eftir møttust vit í Introvers studio.
Eg spældi sangin inn til eitt klikktrack og sang ein fyribils vokal inn. Síðani fingu vit Brand Jacobsen inn í studio og hann spældi trummur til mítt gittarspæl. Hans produseraði trummurnar. Eftir tað spældi eg gittarina inn av nýggjum og sang sangin inn av nýggjum, saman við Ingibjørg Hansen. Eg helt at sangurin fór at rigga væl við okkum báðum sum sangarum.
So fór Hans í gongd og fekk bass, orgul, klaver og ymiskt annað uppá pláss, sum hann meistrar so væl. Margretha, kona Hans, sang kór og eg legði eina aðrustemmu inn til niðurlagið.
Samstundis hevði Eyðun, sonurin, nøkur boð uppá eitt solospæl og vit valdu eitt av teimum.
Efrirfylgjandi tók Petur Martin Solmunde hesa video av sanginum upp í Nólsoyarpálsgarðinum í Klaksvík.
Takk øll somul, sum hava luttikið og givið eina hond.
Í nátt falla flykrur
Í nátt falla flykrur
sum friður av himni
tær leggjast á runnar og trø
og heimurin svevur
og flykrurnar dala
á tekjur og burturgoymd støð
í fjarløgdum landi
har hirðarnir gingu
og stjørnurnar lýstu so bjart
har føddist ein kongur
í fátækum fjósi
har var hvørki skrúð ella skart
ein bjarging til okkum
sum ganga í myrkri
og skilja ei kærleikans makt
sum flykrurnar kom hann
so einskærur reinur
og einglar um hann hildu vakt
í nátt falla flykrur
sum friður av himni
og kavin seg hvítt hevur lagt
nú jólini koma
og heimurin svevur
og einglar um hann halda vakt
Orð: Sólrun Michelsen
Lag: Rani Nolsøe
Upptøka: Introvers
Sangur: Rani og Ingibjørg
Akk gittar: Rani
Trummur: Brandur Jacobsen
El gittar, bas, klaver, orgul: Hans Poulsen
El gittar solo: Eyðun Ranason Nolsøe
Videoupptøka: Petur Martin Solmunde.
1 view
305
88
6 months ago 00:05:32 1
Остановивший напавшего на ТЦ в Сиднее, оказался русским. Он кричал “Не подходи!“
6 months ago 01:30:24 1
Dokunuşla Hayat Bulan Sanat 🎭 Tığ İşi Mozaik Tekniği ile Yenilikçi Tasarım❤️🔥
6 months ago 00:24:51 1
НАВСЕГДА ЗАСТРЯЛ В ПЕЩЕРЕ | Смерть в пещере Натти-Патти
6 months ago 00:14:07 1
Alexander Rybak in the talk show “Ettermiddagen“ .
6 months ago 00:09:44 1
ОТКРЫЛ 150 КОРОБОК И ОГРАБИЛ ЛЕСТУ?!?!?!
6 months ago 00:17:52 1
Катаклизмы Сегодня - ЧП, Катаклизмы, События Дня: Москва Ураган США Торнадо Европа Цунами
6 months ago 00:02:47 1
Yellow Claw & Natte Visstick & RHYME - CRUSH
6 months ago 00:28:23 1
Kolaylığın Zarafeti ✨Tığ İşi, Kabartmalı Dalgalı 🩵 Desen Yapımı
6 months ago 01:04:12 1
Yeni Tasarım❣️Örgüde Farklı Bir Boyut 💫 Çift Uçlu Tığla Tunus İşi Motif Yapımı
6 months ago 00:02:03 1
[The Apothecary Diaries] Ryokuoushoku Shakai - Be a flower/Hana ni Natte // RUS cover by Kitsunebana